_______________________________________________________________

Norðlýsið skrivaði:
_______________________________________________________________
 
Hans Arni Bjarnason Thomsen, stjóri í Kjølur er sera væl nøgdur við Atlantic Fair. Kjølur er í ár á messuni saman við útlendskum samstarvsfeløgum.
_______________________________________________________________
 
Rói Kalsø, stjóri á JT Electric vísur á at teirra fyritøka leverar loysnir til eitt nú alivinnuna og hava ment eitt serligt trolkamera Vit brúka sjóvinnustevnuna til at fáa góð prát við okkara kundar og vísa okkara vørur fram.
 
_______________________________________________________________
 
 
Richard Mortensen, sølu- og marknaðarleiðari á MEST vísur á at føroysku fyritøkurnar eru væl við í kappingini um kundar kring knøttin Norðlýsið fekk orðið á Richard Mortensen, sølu- og marknaðarleiðara á MEST.
 
_______________________________________________________________
 
Marita Rasmussen, stjórin í Vinnuhúsinum vitjar á Atlantic Fair í dag og heldur at tað er absolutt neyðugt við slíkum stevnum Norðlýsið fekk orðið á stjóran í Vinnuhúsinum, sum vitjar á Atlantic Fair í dag. Marita Rasmussen fer at práta við stjórar og onnur í dag.
_______________________________________________________________


Norðoya Sparikassi luttekur á Atlantic Fair á fyrsta sinni og Marner Mortensen sigur at tað er púra náttúrligt at tey luttaka á slíkum stevnum Norðoya Sparikassi hevur spent seg út við sera snotuligum bási hesaferð. Nógv fólk vitja básin og Norðlýsið fekk eitt prát við stjóran Marner Mortensen
 
_______________________________________________________________


Tað verða gjørdar fleiri avtalur á sjóvinnustevnuni Atlantic Fair og vit fingu innlit í eina teirra.

Suni Justinussen, sølustjóri á Vodafone fegnaðist yvir stuðulsavtaluna sum Vodafone gjørdi við Felagið Føroysk Træseglskip í dag. Vodafone hevur júst gjørt eitt 4G net til sjófólk kring allar Føroyar, ið røkkur út á 60 fjórðingar.

Í hesum sambandi varð Hans Eli Hansen, umboð fyri Felagið Føroysk Træseglskip á básinum hjá Vodafone og skrivaði undir avtaluna.

Norðlýsið fekk orðið á báðar eftir undirskrivingina.
_______________________________________________________________


Á sjóvinnustevnuni Atlantic Fair gera ymsu fyritøkurnar nógv fyri at tekkjast gestunum og KJ Hydraulik man eiga prísin hesaferð. Teir hava heintað ein simultan Formel 1 bil heim úr Noregi Menn eru smádrongir og tað sæst við Formel 1 bilin, sum KJ Hydraulik hevur fingið heim úr Noregi. Bilurin er so veruleikakendur at teir ordiligu Formel 1 koyrararnir brúka slíkar at venja við. Tummas Lervig, sølumaður hjá KJ Hydraulik sigur at øll eru vælkomin at royna bilin. Tað er ókeypis.
_______________________________________________________________

Norðlýsið skrivaði:
 
 
ATLANTIC FAIR NEWS: Uttan eitt sterkt reiðarí var virksemið langt síðani steðgað hjá Larsen Danish Seafood, sum nú kann koma at ganga móti ljósari tíðum eftir eina heldur tunga byrjan.
 
_______________________________________________________________

Norðlýsið skrivaði:
 
Jógvan Óli á Fríðriksmørk frá Strandamáling luttekur á Atlantic Fair fyri fyrstu ferð Teir hava selt Jotun í hálvtannað ár. Jógvan Óli upplýsir at Jotun er máling til skip og alt sum viðkemur tí maritima umhvørvinum. Jógvan Óli sigur at teir longu hava gjørt fleiri avtalur.
_______________________________________________________________
 
Norðlýsið skrivaði:
 
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti sjóvinnustevnuna Atlantic Fair fyrrapartin. Hann røddi um týdningin av at grannatjóðirnar hittast at deila hugskot og virkisfýsni Høgni Hoydal setti Atlantic Fair fyrrapartin og vitjaði síðani nógvar básar og fekk prát við nógv fólk. Høgni vitjaði millum annað básin hjá Norðlýsið og vit fingu eitt stutt prát við fiskimálaráharran.
 
_______________________________________________________________
 
Norðlýsið skrivaði:
 
Norðlýsið fekk orðið á The Grand Old Man innan radioelektronikk Julius Poulsen, ella Julla, sum hann eisini er kendur. Julli sigur at Contrive, sum byrjaði sítt virksemi í 1965, hevur haft fyri vana at luttaka á stevnum sum hesari Julius Poulsen er 74 ára gamal og luttók á síni fyrstu stevnu uppi í Spinnarínum seinast í 1960 árunum. Tað er gott at koma út á stevnur sum hesar, har sjómenn hava tíð at taka prát. Ofta koma ordrar nakað eftir sjálva stevnuna, sigur Julli. Contriv hevur verndarhjálmar og kommunikatión at sýna fram hesuferð. Serliga er tað wifi umborð á skipum, sum teir eru farnir undir. Julli sigur at Gadus og Borgarin hava útgerð frá teimum og teir lata væl at.
_______________________________________________________________

Norðlýsið skrivaði:
 
Martin Frederiksen, samskipari hjá áhugafelagnum Antares vísur á at tey royna at betra um sosiala felagsskapin hjá Antares Áhugafelagið er fyri føroyingar, ið fyri tað mesta arbeiða uttanlanda innan millum annað bingjuvinnu, boripallar og oljuvinnu. Norðlýsið fekk eitt prát við Martin, júst eftir at hann hevði fingið ein bita í KÍ høllini. Martin upplýsir at Antares hevur ein forvitnisligan bás, sum hann gleðir seg at vísa teimum vitjandi.
 
_______________________________________________________________
 
 Norðlýsið skrivaði:
 
Tað er ein fyrireiking og stákan í hallunum báðum í Klaksvík í kvøld. Sjóvinnustevnan Atlantic Fair verður sett í morgin Norðlýsið fekk eitt prát við Tummas Lervig, sølumanni hjá KJ Hydraulik, sum aftur luttaka á sjóvinnutevnuni Atlantic Fair í ár. Tummas heldur at slíkar stevnur eru sera góðar at koma út millum fólk og gleðir seg at heilsa uppá nógvu gestirnar, sum eru væntandi í morgin. Atlantic Fair byrjar kl. 10.00 í morginárini.
 
_______________________________________________________________

Sáttmáli undirskrivaður fyri 2019

10. mai 2017
 
Klokkan 16.00 í dag undirskrivaðu Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fair, undir sáttmála fyri 2019. Í hesum sambandi søgdu báðir seg verða sera væl nøgdir við messuna í ár. Áki í Skemmuni sigur, at enn er ikki fastlagt júst nær stevnan verður, men hon verður einaferð um vári 2019 í ítróttarhøllunum í Klaksvík.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Main Sponsors:  
         
 
 
Atlantic Fair | Bøgøta 9, FO-700 Klaksvík - Faroe Islands | Phone: +298 582910 | info@fair.fo