Press room / Fair photos / Best Stand 2013

Best Stand 2013

Tryggingarfelag Føroyar vakrasti básur

Á gallaveitslu í Skálanum fyri framsýnarar gjárkvøldi kunngjørdi Áki í Skemmuni, at Tryggingarfelagið Føroyar hevði vunnið heiðurin sum ársins vakrasti básur.

Ein "komite" manna við Archibal Black, listamanni, Sonju á Líðarenda og Maibritt Olsen frá Estra/Vasti, hevði mett um básarnar.

Nr.1 Tryggingarfelagið Føroyar

Nr.2 MEST

Nr.3 Banknordik

Joan og Oda frá tryggingarfelagnum lata væl at vitjanum á básinum. Fólk hava serliga áhuga í at síggja alt maritima tilfarið, ið básurin er prýddur við. Nógv gomul kort og nautiskútgerð frá fornari tíð.

Básurin hjá Tryggingarfelag Føroyar vann eisini heiðurin sum vakrasti básur á Fish Fair 2011.

 

Myndirnar av básinum tók Oliver Joensen, meðan Dávur Winther eigur myndirnar frá Gallaveitsluni.

Atlantic Fair | Bøgøta 9, FO-700 Klaksvík - Faroe Islands | Phone: +298 582910 | info@fair.fo