Framløgur

Lagt til rættis av Jan Müller, FOIB (FAROES ENERGY INDUSTRY GROUP)

Týsdag 28. mai, klokkan 11.30

Niels Winther, Vinnuhúsið

Mál: Føroyskt

Betri marknaðaratgongd – ein býur í Kina?

Í framløguni fer Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, serliga at greiða frá um úrslitini frá feskari kanning um marknaðaratgongd, sum Vinnuhúsið hevur gjørt. Eisini verður marknaðaratgongdin fyri føroyskar fiskavørur samanborin við ta atgongd, sum okkara kappingarneytar hava til ymiskar marknaðir. Komið verður eisini inn á tørvin á fleiri tvískattaavtalum við onnur lond.

Týsdag 28. mai, klokkan 13.00

Hans Johannes á Brúgv, Sjóvinnustýrið

Mál: Føroyskt

Eru Føroyar ein sjóvinnutjóð um 20 ár?

Føroyar á veg burtur frá 100 ára gomlu maritimu førleikunum.

Týsdag 28. mai, klokkan 14.00

Bjørn Kunoy, Fróðskaparsetrið / Uttanríkisráðið

Mál: Føroyskt

“Landgrunnur Føroya – Rættindi Føroya og framtíðar landgrunsmørk Føroya”

Í 2019 vórðu marknasáttmálar gjørdir við ávikavist Noreg og Ísland viðvíkjandi landgrunsøki ytrumegin 200 fj. linjuna norðan fyri Føroyar. Við hesum sáttmálum løgdust 27.000 fer kilometrar afturat landgrunni Føroya. Harvið hava Føroyar fingið tryggjað ekslusiv rættindi at troyta øll ráevni á landgrunninum, heruppií møgulig sjáldsom steinsløg, sum í dag verða mett sera týdningarmikil til tess at tryggja grøna orkuskiftið.

Føroyar hava somuleiðis landgrunskrav til stórt øki sunnan fyri Føroyar, t.e. Føroya-Rockall Háslættan. Talan er um eitt krav omanfyri 600.000 fer kilometrar. Hetta krav varð latið til landgrunsnevnd Sameindu Tjóðir í 2010, men kravið er enn ikki viðgjørt. Somuleiðis hava grannalond Føroya umskarandi krøv. Nakrir leikir eru enn eftir, áðrenn Føroyar kunnu útinna rættindi okkara í økinum, men arbeitt verður støðugt við hesum.

Týsdag 28. mai, klokkan 14.30

Uni Árting og Heri Ziska, Jarðfeingi

Mál: Føroyskt

Havbotnsmineral á føroyska landgrunninum

Nógvar jarðvísindaligar kanningar eru gjørdar á føroyska landgrunninum. Felags fyri hesar kanningar er,  at tær í stóran mun hava havt til endamál at kanna djúpu jarðfrøðina, einamest í samband við  kolvetnisleiting og  krav Føroya til landgrunnin uttan fyri 200 fj. Í samband við fleiri av hesum kanningum eru eisini sokallaðar grab-royndir tiknar av havbotninum, og í hesum royndum eru eisini havbotnsmineral at finna.

Havbotnsmineral eru mineral, ið  útfella á havsins botni, serliga har lítið er til av sedimentum, har, ið havbotnurin er harður, og har hallið er høgt. Tað finnast ymisk sløg av havbotnsmineralum, millum annað jarn-manganskorpur (Fe-Mn crusts), jarn-mangannodulir (Fe-Mn nodules), SMS (seafloor massive sulfides). Felags fyri hesi mineral er, at tey innihalda eina røð av kritiskum metalgrundevnum (polymetallisk), ið fyri stóran mun verða nýtt til at framleiða eitt nú battarí og el-drivin framleiðslutól, ið eru partur av grønu umstillingini , umframt at tey eru týdningarmikil partur í framleiðslu av há-tøkni. Tað er stórur eftirspurningur eftir hesum mineralum í dag, og hetta hevur fingið norsku myndugleikarnar at loyva leiting eftir hesum mineralum á norska landgrunninum.

Prøvarnir á føroyska landgrunninum hava víst, at bæði jarn-manganskorpur og jarn-mangannodulir eru at finna, og kanningar á djúpum vatni hava eisini víst á økir, har umstøðurnar til at finna serliga jarn-mangskorpur, men møguliga eisini SMS. Nærri kanningar krevjast tó til at staðfesta, hvussu stór økir og um tað veruliga eru skorpur á staðnum, og harvið hvussu stórar mongdir av mineralum talan er um.

Týsdag 28. mai, klokkan 16.00

Jan Müller, FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur)

Mál: Føroyskt

Framtíðar vinnumøguleikar báðumegin markið

Útbyggingar av olju- og gassleiðum eins og havvindmylnulundum  í bretskum øki og møgulig leiting eftir olju og gassi í føroyskum sjógvi, kunnu skapa nýggjar møguleikar fyri føroyska vinnu.

Mikudag 29. mai, klokkan 11.00

Mourtz Mohr, stjóri MEST 

Mál: Føroyskt

Nýggjur frystitrolari til Varðan og aðrar verkætlanir á MEST

MEST byggir í løtuni ein nýggjan frystitrolara, sum er útgjørdur til framtíðar krøv. Somuleiðis verður komið inn á annað virksemi, sum er í gongd á MEST

Mikudag 29. mai, klokkan 13.00

Inge Bertil Straume and Vegard Nesset Hjelvik, skipsteknisk

Mál: Norskt

Frihet til å Skape og Bygge – Færøyenes Neste Fartøyer

En kort presentasjon av prosessen med design og innovasjon som har ledet oss til å forme fremtidens fartøyer for det færøyske markedet. Gjennom kreativitet, ekspertise og et tett samarbeid med industrien, har vi skapt flere banebrytende fartøysdesign som ikke bare oppfyller, men overgår behovene til Færøyenes maritime sektor. Sammen vil vi fortsette å utforske hvordan vi kan lede an og definere standarden for ytelse, bærekraft og innovasjon på Færøyene i tiden fremover.

Mikudag 29. mai, klokkan 14.00

Finn Wollesen, Thormund Johannesen, Marni Olsen og Jóhannes á Forunum, frá Knud E. Hansen

Mál: Føroyskt

Bakkafossur, Smyril Line RoRo og framtíðar trolarar

Skipstekniska ráðgevandi fyritøkan Knud E. Hansen er væl kend í Føroyum frá gamlari tíð og hevur nú eisini deild í Føroyum.

Í 1940’unum teknaði KEH fleiri 30 tonsarar og 80 tonsarar í samband við endurnýggjan av føroyska fiskiskipaflotanum eftir seinna heimsbardaga.

Í 1950’unum teknaði KEH hesar trolarar í sambandi við endurnýggjan av føroyska fiskiskipaflotanum: Leivur Øssurson, Ólavur Halgi, Vágbingur, Brandur Sigmundarson og Magnus Heinason.

Í 1960’unum gjørdi KEH tekniarbeiði til fleiri av skipunum, sum blivu smíðað á Tórshavnar- og Skála Skipasmiðju. Her kunnu nevnast Smyril og Norðvíkingur á Tórshavnar Skipasmiðjum og Chr. Holm og Árnatindur á Skála Skipasmiðju.

Eisini hevur KEH staðið fyri tekning av fleiri ferjum í Føroyum: Gamla træskipið Ritan, Ritan frá 1971, Teistin (Mikkel Mols), Smyril (Morten Mols), núverandi Smyril frá 2005, gamla og núverandi Norrønu.

Brimil hevur KEH eisini teknað.

Føroyska deildin hjá KEH hevur teknað stóra brunnskipið Bakkafossur, sum fekk virðisløn frá tíðarritinum Work Boat of the World, sum “Best Work Boat-Project in 2023”.

Mikudag 29. mai, klokkan 15.00

Helma Maria Tróndheim, SEV

Mál: Føroyskt

Útbyggingarætlanin av føroysku elskipanin

Arbeiðið við at flyta elframleiðsluna frá olju til grøna orku hevur fylt nógv seinastu árini. Henda framløga snýr seg um nýggjastu útbyggingarætlanina, ið Umhvørvisstovan og Sev hava gjørt í felag.

Mikudag 29. mai, klokkan 15.30

Heini Ellingsgaard, Effo

Mál: Føroyskt

Umleggja ímeðan vit avrika – Einar varandi Føroya

Fyrilesturin verður um nýggjastu verkætlanina hjá Effo, Eysturlund.

Fyri at halda lív í samfelagnum er neyðugt, at orka verður veitt og brúkt hvønn dag. Eitt orkuskifti fer fram, og stigvíst verður hendan orkan skift frá fossilari orku  til varandi orku. Alt fyri at skapa og tryggja einar varandi Føroyar.

Effo arbeiðir áhaldandi við at tryggja at nøkta orku eftirspurningin. Seinnu árini er alsamt størri eftirspurningur eftir varandi orku, og er tað neyðugt, at ferð verður sett á orkuskiftið skulu vit flyta okkum fram á grønu leiðini.

Greitt verður frá tørvinum á eini tílíkari verkætlan, hvussu stór verkætlanin er í føroyskum høpi, og hvørjir møguleikar eru við eini verkætlan sum hesari.

Hósdag 30. mai, klokkan 11.00

Brandur í Funningsstovu, Sjónám

Mál: Føroyskt

Trygdartilvit og atlit – ein støðug menning

Framløgan er  um trygd á sjónum frá einum søguligum perspektivi tvs hvussu hetta økið hevur ment seg gjøgnum góða øld.

Víst verður á, at tað var Titanic skipbrotið, ið setti ferð á  trygdarmentan og fokus á, hvar IMO við konventiónum og kodum sum SOLAS, MARPOL, STCW og ISM áhaldandi hevur økt um trygdarkrøvini á sjónum og víst verður  á, at vanlukkur ofta hava sett ferð á hesa menningartilgongd. Fyrilestrarhaldarin kemur so  eisini inn á, hvussu trygdarskeið í breiðum høpi tóku seg upp í Føroyum. Greitt verður  síðani úr Sjónáms sjónarhorni, hvussu stovnurin hevur bygt upp eitt sterkt renomé sum veitari av skeiðum við høgari góðsku og hvar vit nú eru á gáttini til OPITO góðkenning, ið letur dyrnar upp fyri, at stovnurin í altjóða høpi kann bjóða skeið til manning á pallum og frálandaskipum.

Til seinast verður nortið við, at vit als ikki eru komin á mál hesum viðvíkjandi í Føroyum, men at tað serliga í fiskivinnuni haltar við td venjingum umborð tí stundir ikki eru til tað. Mentanin í flestu fiskiskipareiðaríum og øðrum parti av flotanum við, gevur tíverri ikki nógva rúmd fyri trygdaratliti, og ein hugburðsbroyting fyri ikki at siga mentanarkollevelting er neyðug fyri at bøta um støðuna.

Hósdag 30. mai, klokkan 13.00

Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu

Mál: Føroyskt

Vinnuhøvuðsstaðurin sum mentanarberi

Vinnu- og Mentanarlívið í Klaksvík ganga so sanniliga hond í hond ella lið við lið, og Klaksvík, sum vanliga verður kallað vinnuhøvuðstaður Føroya, kann eisini kalla seg ein mentanarbý við tí margfeldi, tað bjóðar!  Vinnulívið í Klaksvík hevur altíð verið virkin viðspælari í einum fjøltáttaðum mentanarlívi her í býnum og er oftani stutt millum tanka og handling – eisini á mentanarøkinum, tí her er ein stórur íverksetara andi millum mongu vinnulívsfólkini, ið stuðla væl undir mentanarlívið, eisini vit teirra “skeivu” hugsanum.