VÆLKOMIN TIL ATLANTIC FAIR 2026 Í KLAKSVÍK
25 ár síðani fyrstu altjóða sjóvinnuframsýning í Føroyum
Í 2026 eru liðin 25 ár síðan Føroya fyrsta altjóða sjóvinnuframsýning fór av bakkastokki.
Fyrsta messan var hildin í 2001 og hevur, við tveimum undantøkum, verið eitt afturvendandi tiltak annaðhvørt ár. Hetta verður tólvta ferðin, at hon verður hildin. Tær fyrstu mongu ferðirnar bar hon navnið North Atlantic Fish Fair, men síðani 2015 hevur hon verið marknaðarførd sum Atlantic Fair, tí hon fevnir um nógv meira enn fiskivinnuna einsamalla, tó at fiskivinnan framvegis er ryggurin.
Undirtøkan hevur frá byrjan verið stór, bæði frá framsýnarum og vitjandi, og áhugin úr útheiminum hevur eisini verið veksandi. Í 2024 luttóku framsýnarar úr 15 londum, og vitjandi komu úr 23 londum.
Umframt framsýningina eru eisini viðkomandi og áhugaverdir fyrilestrar, sum í stóran mun snúgva seg um ta maritima vinnuna.
Báðar ítróttarhallirnar verða aftur karmur um messuna, og framsýningargólvið er víðkað nakað í mun til seinast, sum gevur pláss til enn fleiri framsýnarar.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til tríggjar spennandi dagar á Atlantic Fair 2026, har nýhugsan og samstarv møtast og skapa nýggjar møguleikar.
Vælkomin á Atlantic Fair 2026
Áki í Skemmuni
Stjóri
“Atlantic Fair – International Maritime Exhibition”
“Atlantic Fair – International Maritime Exhibition” verður hildin annað hvørt ár.
Stevnan var í mai 2024 og eydnaðist framúr væl við 183 framsýnarum úr 15 londum og vitjað av 3,600 fólkum yvir teir 3 dagar stevnan var.
Welcome to Klaksvík – The Hub of Faroese Fisheries and Maritime Tradition
As Prime Minister of the Faroe Islands, it is my honour to invite you back to Klaksvík for the 2025 Atlantic Fair – our international maritime exhibition.
In May 2024, the 11th edition of Atlantic Fair welcomed 3,600 visitors from 23 countries, with 183 exhibitors representing 15 nations.
The event reaffirmed Klaksvík’s status as a dynamic hub in the global fisheries and maritime sectors.
Atlantic Fair reflects our ongoing dedication to fisheries, aquaculture and renewable energy. These are vital pillars of Faroese society and economy.
The sea has shaped our islands for generations.
Today, as we face climate change and evolving global markets, innovation and cooperation are more important than ever. That is why events like Atlantic Fair are crucial. They connect people and businesses, spark new ideas and help us share solutions across borders.
During these next three days, I encourage you to explore the exhibition, attend insightful lectures and engage.
Enjoy Klaksvík and the warm Faroese welcome. I hope the 2025 Atlantic Fair inspires you and strengthens our shared vision for the seas.
Aksel V. Johannesen
Prime Minister of the Faroe Islands
Vælkomin til Klaksvíkar
Tað er mær ein stórur heiður aftur at bjóða tykkum øllum vælkomin til Klaksvíkar – fiskihøvuðsstaðin í Føroyum – til Atlantic Fair 2026.
Í ættarlið hevur fiskivinnan ikki einans verið ein hornasteinur í føroyska búskapinum, men eisini ein týdningarmikil partur av samleikanum og lívsstílinum hjá okkum. Í dag stendur vinnan á einum krossvegi millum siðaarv og nýskapan, har burðardyggar arbeiðshættir og tøknilig frambrot ganga hond í hond.
Seinastu árini hava vit sæð stór framstig í føroysku fiskivinnuni. Nýggj skip eru komin í flotan, bygd við nýmótans tøkni, sum minka um ávirkanina á umhvørvið og økja um effektivitetin. Orkuloystir eru í støðugari menning. Talgilding broytir arbeiðsgongdirnar. Og nýggj ættarlið av fakfólki koma við frískum hugskotum og sjónarhornum.
Atlantic Fair endurspeglar hesa nýskapandis- andan. Her savnast fólk úr øllum heiminum at skifta hugsanir, menna samstarv og vísa tað besta fram, sum sjóvinna og fiskivinna hava at bjóða. Her í Klaksvík eru vit errin av at hýsa hesum týdningarmikla tiltaki, sum ikki bert stuðlar undir menningina av vinnuni, men eisini styrkir okkara altjóða sambond.
Hesir tríggir dagarnir vóna vit, at tit finna íblástur, byggja sterk sambond og uppliva tað góða, føroyska gestablíðni. Klaksvík bjóðar ikki bara karmar til fakligan dialog, men eisini møguleikan at kanna mentan, náttúru og okkara lokalsamfelag.
Sum borgarstjóri í Klaksvík vil eg takka øllum luttakarum, fyriskiparum og vitjandi fyri at vera her. Vegna býráðið ynski eg tykkum eina væleydnaða, gevandi og minnisríka Atlantic Fair 2026.
Vælkomin til Klaksvíkar – og vælkomin til framtíð fiskivinnunnar.
Við virðing,
Karl H. Johansen
Borgarstjóri í Klaksvík
SPONSORS
OFFICIAL SUPPORTERS
VISIT THE ATLANTIC FAIR
The Atlantic Fair is a MUST ATTEND EVENT for anyone wanting to be updated on the latest technology, equipment and developments in the commercial industry.
Since its beginning in 2001, the Atlantic Fair has become an important event for the industry both national and international. Held every two years, the 2024 event covered over 2,200 m2 of inside and outside exhibition space. 180 companies showcased the latest developments in the commercial industry.
The 2024 show was the 11th in the series and saw an increase in the number of visitors to 3,600 coming from 23 countries.
The next international maritime exhibition will be held in Klaksvík, Faroe Islands in May 2026.
The two sports halls in Klaksvík will once again host the exhibition.
From the very outset the participation has been considerable, both concerning visitors and exhibitors, and generally, the participants have been very satisfied with the initiative.
With the valuable lessons we have learned during these two decades we will do our utmost that the Atlantic Fair 2026 will be an even better arrangement.
WE WISH YOU A CORDIAL WELCOME TO FAROE ISLANDS IN 2026
VITJANDI 2024
3600 VITJANDI ÚR 23 LONDUM
Belgien, Brazil, Denmark, England, Faroe Islands, Germany, Greenland, Holland, Iceland, Indonesia, Ireland, Litava, Netherlands, Norway, Portugal, Scotland, Spain, Sweden, Switzerland, UK, United Kingdom, USA, Vanuatu
OPIÐ ER
Týsdag 19. mai
10:00 – 17:00
Mikudag 20. mai
10:00 – 17:00
Hósdag 21. mai
10:00 – 16:00
KOSTNAÐUR
125 kr.
fyri allar tríggjar dagarnar
Aldursmark til framsýningina er 15 ár.
