Vælkomin

Á hesi síðu finnur tú hentar upplýsingar um messuna, so sum upplatingartíðir, bíleggingar til tykkara bás og annað.

Hava tit spurningar ella nýtist tykkum aðrar eyka tænastur, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Messustað

Atlantic Fair
Bøgøta 9
700 Klaksvík

 +298 582910
info@fair.fo

Kontakt persónur: 
Áki í Skemmuni

Upplatingartíðir vitjandi

Týsdag19. maiKl. 10.00 – 17.00
Mikudag20. maiKl. 10.00 – 17.00
Hósdag21. maiKl. 10.00 – 16.00

Setanin av messuni er týsdagin 19. mai  kl. 10:30.

 

Upplatingartíðir framsýnarar

Sunnudag17. maiKl. 14.00 – 21.00
Mánadag18. maiKl. 09.00 – 22.00
Týsdag19. maiKl. 09.00 – 18.00
Mikudag20. maiKl. 09.00 – 18.00
Hósdag21. maiKl. 09.00 – 22.00
Fríggjadag22. maiKl. 08.00 – 11.00

 

Atlantic Fair skrivstova:

Skrivstovan er við inngongdina til høll B, og er opin soleiðis: 

Sunnudag17. maiKl. 14.00 – 20.00
Mánadag18. maiKl. 09.00 – 20.00
Týsdag19. maiKl. 09.00 – 17.00
Mikudag20. maiKl. 09.00 – 17.00
Hósdag21. maiKl. 09.00 – 21.00
Fríggjadag22. maiKl. 09.00 – 16.00

 

VøraEvstamarkLeinkja til bílegging
Teppi *24.04.26leinkja
Lýsing í messukatalog24.04.26 
Skráseta fyritøkur á básin05.05.26 
Innbúgv05.05.26leinkja
Eyka el á básin **05.05.26leinkja
Matbilettir frá Hafnia05.05.26 
   

* Básar bygdir av okkum, hava allir grátt teppi álagt. Ynskja tit annan lit, kann tað bíleggjast fyri eyka kostnað..

** Allir básar hava innlagt 1 kW streym, ætla til smærri tól so sum fartelefonir og teldur.

Nýtist tykkum meiri el, so bílegg her.

Størstu mát hurðaop:
 HæddBreidd
Høll B2,20 mtr.2,10 mtr.
Høll C2,20 mtr.1,89 mtr.
Høll D2,00 mtr.2,20 mtr.

Mesta vekt á gólvið fyri hvønn fermetur er 400 kg.

BÁSAR VIÐ VEGGI

Básarnir eru bygdir við “octanorm” aluminium profilum, og hvítum veggjaplátum.

  • Bordi í erva við básanummari og navni
  • 1 projektør fyri hvørjar tríggjar fermetrar
  • 1 kW streym *
  • Grátt gólvteppi
  • Ruskílat
  • Tráleyst internet

OPIÐ GÓLV (SPACE ONLY)

  • 1 kW streym, til at løða teldu/fartelefon.*
  • Tráðleyst internet

*GEVI GÆTUR: um ein til dømis hevur eina kaffimaskinu á básinum, krevst eyka streymur, og kann bíleggjast her:   www.klivar.fo/side4

g.g. møguleiki er at keypa kaffi inn á básin frá Hafnia

Gevi gætur

Profilar og plátur skulu latast aftur sum uppsett, uttan klistur ella skursl.

Um nakað skal heftast á veggir, skal serligt klistur nýtast, sum kann keypast frá klivar, ella skrivstovuni.

Skaddar plátur verða skuldskrivað framýnaranum við kr. 300,00 pr. plátu umframt MVG.

Skaddir profilar verða skuldkrivaðir við kr. 550,00 pr. profil umframt MVG.

Um tit hava prentaðar plátur ið skulu setast í oktanorm systemið, mugu hesar verða á messuni seinast  8. mai 2026, annars verð vanliga hvítar plátur ísettar.

Tekning skal fylgja við, hvussu hesar skulu ísetast.

Tað er møguligt at leiga tað mest vanliga innbúgvið til básin.

Innbúgvið verður sett út á tykkara bás áðrenn messan byrjar, og heinta aftur tá messan endar.

Bíleggingin skal gerast á hesi leinkju: https://klivar.fo/side4

Evstafreist til bílegging er 5. mai 2026

Tær miðlastovur ið atlantic fair hevur samstarv við í samband við Atlantic Fair 2026:

  • Sosialurin Føroyskt messublað
  • in.fo – føroyskur tíðindaportalur
  • Faroe Business Report (english)
  • Aldan Radiomiðil

Allir framsýnarar skulu bera navnaskelti á messuni.

Alt eftir støddini á básinum eru navnaskelti ókeypis, eftir hesi básastødd:

910 – 2122 – 3334 – 4546 – 5758 – 72
Skeltir3 stk6 stk9 stk12 stk14 stk16 stk

Eyka navnaskeltir verða fakturerað við kr.100,00 pr. stk. umframt MVG.

Tá messan nærkast, koma vit at senda tykkum nærri kunning um framsýnaraskráseting.

Bjóða tínum viðskiftafólkum á messuna

Framsýnarar kunnu bíleggja innbjóðingarkotu/r, sum ein síðani kann geva til viðskiftafólki og onnur.

Tey sum hava fingið innbjóðingina, kunnu síðandi skráseta seg og nýta kotuna, og framsýnarin rindar fyri atgongumerkið hjá tí vitjandi.

Avroknað verður bert fyri nýttar innbjóðingarkotur, og verður framsýnarin kravdur fyri kr. 100,00 + MVG fyri hvørt atgongumerkið.

Framsýnarin fær yvirlit yvir tey sum hava nýtt innbjóðingina.

Nærri kunning kemur tá messan nærkast.

Faroe Express bjóðar sær at taka sær av øllum flutningi í samband við messuna.

Hafnia Catering á Atlantic Fair

  • Kom og njót góðan mat og leskandi drekkivørur á Atlantic Fair!
  • Kaffi, te og smákøkur – vit koma framvið tykkara bási.
  • Hafnia Café í høll D er opin alla messuna.
  • Lunch Buffet á Restaurant Hafnia hvønn dag frá 11:30 til 14:30 – allar messudagarnar!

Link til Hafnia

Fonn Flog er okkara ferðaumboð í samband við Atlantic Fair 2026.

Fonn Flog bjóðar sær at fyriskipa ferðing, uppihald og billeigu fyri tykkara útlendsku samstarvsfelagar og viðskiftafólk.


+298 476363
fonnflog@fonnflog.fo

Copenhagen

Billund

Aalborg

Reykjavík

Oslo

London

Edinburgh

Paris

Barcelona

Leinkja til online bóking: HOTEL & TRAVEL

Ávaring um “FairGuide”, “Eventfair” og líknandi

Ver varin við fyritøkum sum senda tykkum teldupostar, og bjóða upptøku í framsýnaraskráir ella handilsskráir, so sum FairGuide , Expo-Guide, Construct Data Verlag, World Business Directory ella World Business Guide.

Ofta eru skrivini orða soleiðis at tað sær út sum samstarv er við Atlantic Fair og hesi feløg, og at Atlantic Fair hevur latið framsýnaraupplýsingar til hesi feløg.

Atlantic Fair hevur einki samstarv við hesi ella líknandi feløg, og við at lýsa í hesum skráum, bindur ein seg at rinda umleið kr. 20.000 í trý ár.

Scroll to Top