Góðu framsýnarar og góðu gestir
Í ár eru 190 fyritøkur tilmeldaðar, umboðandi 17 ymisk lond.
Fyri býin, og ikki minst fyri vinnuna í býnum og nærumhvørvinum, hevur tað ómetaliga stóran týdning, at fyritøkurnar fáa møguleika at skapa karmar fyri netverkan í sínum egna umhvørvi.
Seinastu árini hava vit sæð, at messan stuðlar undir, at fyritøkur kunnu knýta nýggj handilsbond, gera íløgur og hugsa nýggjar loysnir tvørturum landamørk.
Tílík samstørv kunnu verða tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil, men avgjørt ein týðandi liður í menningini.
Tað er ongin loyna, at krøvuni til fiskivinnuna eru ómetaliga høg. Umstøðurnar og neyðugu tillagingarnar hava tey seinastu árini eisini sett fyritøkur í spentar støður.
Men ístaðin fyri at fella í fátt, so síggja vit ein stríðsvilja, har vinnufyritøkur í øllum landinum kempa og við eldhuga gera neyðugar tillagingar.
Fyri eitt lítið oyggjasamfelag í norðuratlantshavinum er hetta imponerandi.
Virðið, sum vinnufyritøkurnar leggja í vitanardeiling, er ein stóra íløga fyri okkara kommunu, tí tá vørur og loysnir verða mentar í okkara lokalsamfelagið, so samantvinna vit nýhugsan og traditión, og tað eri eg sannførdur um, førir okkum til góðar burðardyggar loysnir.
Sum borgarstjóri kann eg ikki annað enn fegnast um, at Klaksvíkar kommuna fær heiðurin at hýsa Atlantic fair.
Vit hava góðar møguleikar at binda hallirnar saman í ein samanhangandi bygning, soleiðis at gestirnir og fyritøkurnar fáa eina heildaruppliving.
Úrslitið talar fyri seg!
Ein tílík vinnuframsýning hevur stóran týdning fyri býin, sum í hesum tíðarskeiðinum hevur møguleika at vísa á sínar fjølbroyttu tænastur og tilboð.
Nógvir gestir vitja í økinum í hesum døgum, og er tað mín vón, at vitjandi fáa eina góða uppliving á messuni.
Vónandi vera tað eisini fleiri, sum gera ganga at fjølbroyttu tilboðunum í býnum.
Vegna Klaksvíkar býráð vil eg enn einaferð bjóða tykkum vælkomin til Klaksvíkar og góða eydnu.
Takk fyri.
Karl Haldorsson Johansen
Mayor of Klaksvík Municipality